StÍF argar oddin

VB mist gyltan møguleika, tá tær í dag taptu greitt móti StÍF

Kvinnurnar hjá VB høvdu í kvøld møguleikan at minka um munin upp til fremstu liðini. VB var undan dystinum fýra stig aftan fyri Neistan, men tær úr Vági høvdu spælt tríggjar dystir færri, og tí vóru vónirnar, at tær í kvøld kundu kvetta munin.

 

Men tað miseydnaðist fullkomuliga. Fyrr í vetur tók StÍF øll á bóli, tá tær sendu VÍF heim við ongum, og í kvøld fekk VB somu lagnu.

 

Dysturin byrjaði annars hampuliga javnt, men um miðjan fyrra hálvleik streyk StÍF avstað. Tær vunnu seg fimm mál framum, og VB megnaði ongan tíð at svara aftur og harvið skapa spenning um dystin.

 

Besti málskjútti hjá heimaliðnum var Irena Dam, sum skeyt 11 mál. Gintare Butkevciute skeyt 9 mál fyri VB.