StÍF argaði aftur Neistan

Kvinnurnar hjá StÍF hava havt gott tak á Neistanum hetta kappingarárið.

Ein dystur hevur verið í Hvonn-deildini í kvøld. Hann var í ítróttarhøllini á Skála, har StÍF hevði vitjan av oddaliðnum Neistanum.


Seinast Neistin tapti í landskappingini, var á heimavølli ímóti júst StÍF, og aftur í kvøld løgdu strandakvinnur teimum meinbogar í vegin.


Neistin var greitt á odda í fyrra hálvleiki, men StÍF syrgdi so líðandi fyri einum meiri og meiri jøvnum dysti, sum eisini endaði púra javnur 24-24. Hálvleiksstøðan var 12-10 til Neistan.


Hjá heimaliðnum var Rebekka Justinussen ein einmansherður og skeyt níggju mál. Hjá gestunum var Marjun Danberg toppskjútti við seks málum.