Jens Stoltenberg og Stian Jenssen, stápsstjóri. - Tað er ikki minst tí, at tað hevur so stóran týdning, at vit stuðla Ukraina við tí, sum landinum tørvar, sigur Stian Jenssen.

Stian Jenssen: - Hatta var ein feilur!

- Um komið verður har til, at tað ber til at samráðast, verður tað hernaðarliga støðan millum partarnar, sum eisini kemur at hava týdning fyri úrslitið, sigur stápsstjórin hjá Nato-aðalskrivaranum.

Jens Stoltenberg og Stian Jenssen, stápsstjóri. - Tað er ikki minst tí, at tað hevur so stóran týdning, at vit stuðla Ukraina við tí, sum landinum tørvar, sigur Stian Jenssen.

Stápsstjórin hjá Nato-aðalskrivaranum, Stian Jenssen, ger nú viðmerkingar til tað, hann er endurgivin fyri at siga um eina møguliga loysn av krígnum í Ukraina.

 

Í gjár varð hann nevniliga endurgivin fyri at siga, at ein møguleiki til loysn av krígnum kanska er, at Ukraina gevur land frá sær til Russlands afturfyri, at landið fær limaskap í Nato.

 

Úttalilsini fullu ikki í góða jørð hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, sum helt lítið um hesa útsøgn hjá næsta manni Jens Stoltenbergs.

 

- Mínar útsagnir um hetta var ein partur av einari størri umrøðu um møguligar framtíðarloysnir í Ukraina, og eg skuldi ikki havt orðað meg, sum eg gjørdi. Tað var eitt mistak, sigur stápsstjórin við Verdens Gang.

 

Tað var í gjár, at Stian Jenssen var í einum kjaki undir sonevndu, Arendalsuka. Tá kom hann við útsøgnini, sum vakti ans bæði í Moskva og Kyiv.

 

- Eg trúgvi, at ein loysn kann verða, at Ukraina gevur frá sær landaøki afturfyri, at landið fær limaskap í ES, segði stápsstjórin hjá Nato-aðalskrivaranum.

 

Uppá spurningin, um tað eru sjónarmiðini hjá Nato, at Ukraina noyðist at geva landaøki frá sær fyri at fáa frið við Russland, segði hann, at umrøðan um, hvussu verður eftir kríggið, longu er í gongd.

 

Hann segði eisini, at spurningurin um at geva frá sær landaøki til Russland eisini er nevndur av øðrum.

 

- Eg sigi ikki, at hetta noyðist at verða soleiðis, men hetta kann verða ein møgulig loysn, sigur Stian Jenssen.

 

Stápsstjórin sigur við Verdens Gang í dag, at hann noyðist at eftirmeta sínar útsagnir, eftir at tað, hann segði í gjár, fór út á fleiri miðlar.

 

- Um komið verður har til, at tað ber til at samráðast, verður tað hernaðarliga støðan millum partarnar - hvør støðan er á hermótinum - sum eisini kemur at hava týdning fyri, hvussu úrslitið verður.

 

Stian Jenssen sigur, at tað er ikki minst tí, at tað hevur so stóran týdning, at Ukraina verður stuðlað við tí, teimum tørvar.

 

 

 

Jens Stoltenberg og Stian Jenssen, stápsstjóri. - Tað er ikki minst tí, at tað hevur so stóran týdning, at vit stuðla Ukraina við tí, sum landinum tørvar, sigur Stian Jenssen.