Atlantic Cup
Føroyameistarnir úr HB vóru í Íslandi um vikuskiftið. Ørindini vóru árligi Atlantic Cup dysturin, sum er vorðin afturvendandi hending, har føroysku og íslendsku meistararnir royna seg móti hvørjum øðrum.
Íslendskur fótbóltur verður vanliga styrkismettur nakað hægri enn føroyskur, og tað var eisini KR, sum var stinnara liðið sunnudagin, tá dysturin fór fram.
Endaliga úrslitið gjørdist 2-0 til K, og sum skilst, so var hetta heldur ikki heilt av leið. Íslendska liðið, sum m.a. hevur 10 antin nú- ella fyrrverandi íslendskar landsliðsleikarar í hópinum hevði leikligu yvirvágina í dystinum, og tað vóru eisini teir, sum høvdu flestu málmøguleikarnar. Tann fyrst stóra av slagnum áttu havnarmenninir tó, tá Carsten From slapp leysur móti málverjanum, men skot hansara fór við síðuna av málinum.
Fyrra íslendska málið kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki eftir brotsspark, tá dómarin metti Hall Danielsen hava hond á bóltinum. Tað seinna kom eitt korter eftir steðgin, tá HB verjan ikki var nóg ansin við eitt innlegg úr vinstra borði.
Soleiðis gjørdist talan ikki um nakað steyp til HB á hesum sinni, men talan mundi tó vera um góða dystarvenjing, og tá liðið eisini nýtti íslandsferðina sum eitt slag av venjingarlegu, er lítið at ivast í, at hetta hevur verið góður kostur, nú fyrireikingarnar til landskappingina nærkast endanum.
Hópurin hjá HB skuldi koma aftur til Føroya mánakvøldið.
KR-HB 2-0 (1-0)
1-0 Arnar Gunnlaugsson (br)
2-0 Sigurvin Ólafsson