Steypið skal bjarga B36-árinum

Komandi meistaraliðið tekur mikukvøldið móti fráfarandi meistarunum, sum nú skulu brúka løgmannin at bjarga sær kappingarárið

Fótbóltur

Tað eru nógvir áhugaverdir lutir, nú EB/Streymur tekur móti B36 í fyrru hálvfinaluni millum liðini bæði. Fyrst og fremst, so er EB/Streymur heita navnið í føroyskum fótbólti í løtuni. Og tó at matematiska vissan enn ikki er greið, ivast fáur í, at talan er um komandi meistararnar.
Hetta heitið tekur EB/Streymur soleiðis frá B36, og skal brúka steypakappingina, um teir ætla sær nakað gullmerki burtur úr hesum kappingarárinum.
Til avbjóðingina hevur B36 so at siga alt fólkið tókt. Einasta undantakið er Bergur Midjord, sum helst ikki verður tøkur aftur í ár. Hjá EB/Streymi er Bárður Olsen einasti spælarin, sum ikki er tøkur hjá venjarunum. Bárður varð hjálptur av vøllinum móti Skála sunnudagin, og enn er ikki heilt staðfesta, hvørt talan er um veruliga álvarsaman skaða.

Søguligir møguleikar
Hartil hevur B36 eisini ein nær sagt møguleika í steypakappingini í ár. Vinnur B36 kappingina, er hetta triða ferðin, at árstalsfelagið vinnur hesa útgávuna av løgmanssteypinum, og tað setir teir ovast á listan av vinnarum eftir átta ár.
Reglurnar fyir Løgmanssteypið siga, at tað felagið, sum vinnur steypið oftast í 10 ár, fær tað til ognar. Hetta er áttanda ferðin, at spælt verður um verandi útgávuna, og higartil hava B36 og GÍ vunnið tvær ferðir í par. KÍ, NSÍ og HB hava vunnið steypið eina ferð hvør.
Higartil eru tríggjar Ísafjarðarsúlur og eitt løgmanssteyp enda hjá hinum havnarliðnum, HB, sum er felagið við so nógv teirri sterkastu steypasiðvenjuni. Og tí vil ein slíkur møguleiki uttan iva vera eyka gularót hjá yngra havnarfelagnum.
Hjá EB/Streymi er talan tó eisini um søguligan møguleika. Hetta er nevnliga fyrsta ferðin yvirhøvur, at felagið hevur spælt seg í hálvfinaluna í steypakappingini. Og við ferðini, sum liðið higa til hevur havt, skuldi tað verið løgið, um spælararnir siga seg vera nøgdar við hetta, og so ikki meira.