Kvinnufinalan í steypakappingini hjá kvinnum er av. Mjølnir vann fjórða settið og harvið dystin 3-1. SÍ vann fyrsta settið, og leingi var talan um væl tættari uppgerð, enn tað kundi roknast við, um roknað verður út frá gongdini í landskappingini.
Mjølnir vann trý sett á rað, og í síðsta settinum kendist tað sum um, at tær í SÍ høvdu ásannað, hvør skriftin á vegginum var.
Eina Kalsø, liðformaður í Mjølni, rósti mótstøðuliðnum, sum hon helt hevði givið Mjuølni verduga og dygga mótstøðu:
-Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum hevði eg eftir fyrsta sett eina kenslu av, at tað var møguleiki fyri, at hetta ikki fór at ganga. Men tíbetur fótaðu vit okkum, og eg eri sera fegin um, at tað eydnaðist at vinna, segði Mjølnir liðformaðurin í samrøðu við Rás2.
Karin Michelsen, sum er komin aftur á SÍ liðið, helt, at tað vóru mistøkini hjá henni og liðfeløgunum, sum vóru orsøk til, at tær taptu.
-Tað var leingi ógvuliga javnt, og at vit í síðsta settinum gjørdu fleiri servumistøk, var orsøkin til, at vit taptu.
Hetta er triðja árið á rað, at Mjølnir kvinnurnar vinna steypakappingina.
Tað var Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, sum handaði Mjølnir kvinnunum ferðasteypið og ognarsteyp.
Kvinnufinala: SÍ-Mjølnir 1-3: 25-19, 18-25, 22-25 og 19-25.
-
SÍ venjarin hevur biðið um steðg, og nú roynir hann enn eina ferð at seta mót í sínar spælarar. Mjølnir eru frammanfyri 19-18. Hetta er fyrstu ferð,at Mjølnir hevur leiðsluna í hesum settinum.
-
SÍ kvinnurnar hava knívin á barkanum. NÚ er 16-16 í fjórða setti. SÍ var leingi omaná í hesum settinum, men Mjølnir hevur síðstu løtuna vunnið fleiri stig, og harvið er tað púra javnt í hesum settinum.
-
7-3: Tað er trýst á SÍ, nú støðan í settum er 2-1 til Mjølnir, men tær úr Sørvági megna at stríðast fyri lívinum. Tær hava lagt væl fyri í fjórða setti, og harvið er spenningurin væl og virðiliga varðveittur.
-
3. settið er liðugt. Mjølnir vann 25-22, og harvið er støðan 2-1 til Mjølnir.
Triðja settið í flogbóltsfinaluni er liðugt. SÍ vann fyrsta settið, og nú hevur Mjølnir vunnið tvey sett og er harvið á odda 2-1. Í løtum kendist tað sum um, at Mjølnir skuldi vinna sannførandi, men SÍ vísti vilja og góðan moral, og fram ímóti endanum gjørdist tað heilt spennandi. Úrslitið varð 25-22 til Mjølnir, sum harvið tykist vera á veg ímóti steypoasigrinum. Men ´tað hevur verið tætt í øllum settunum, og harvið er tað framvegis stórur spenningur, og tað kennist væl í høllini á Hálsi.
-
16-20: Mjølnir hevur reist seg aftur. Tað eru tær úr Klaksvík, sum stýra spælinum, meðan tær úr Sørvági royna at verja og ikki megna at skipa álopsspælið, so tað verður tyngd og broddur í.
-
14-16: Tað skiftir skjótt. Eftir at Mjølnir eina løtu tóktist hava kós ímóti sannførandi sigri í triðja setti - støðan í settum er 1-1 - so hevur SÍ orduliga svarað aftur. Mjølnir venjarin bað um steðg, men eisini eftir steðgin fekk SÍ aftu um endan. Sera spennandi!
-
7-13: Gongdin síðstu løtuna bendir á, at Mjølnir rættuliga er um at fáa høvdið fyri seg í steypafinaluni hjá kvinnum. Síðstu løtuna hava tær úr Klaksvík vunnið bóltarnar, meðan tær úr SÍ ikki hava havt marginalirnar við sær í sløgunum, sum tær ógvuliga tilvitað alla tíðina hava roynt at leggja so tætt at linjunum, sum tað ber til.
-
Í settum er 1-1, og í triðja gekk fyrstu løtuna rættuliga javnt á. Frá 5-5 hevur Mjølnir tikið seg framum 8-5, og nú hevur SÍ venjarin biðið um time out.
-
2. sett er liðugt. Mjølnir vann 25-18, og harvið er støðan 1-1.
Eftir at tvey sett eru av, stendur púra á jøvnum í flogbóltsfinaluni hjá kvinnum. SÍ vann fyrsta settið vunnu fyrsta settið 25-19, og nú hevur Mjølnir vunnið annað settið 25-18. Leingi gekk tað illa hjá SÍ í 2. setti, men fram ímóti endanum á settinum togaði SÍ seg væl upp í aftur, so tað er lagt upp til stóran spenning, nú tað verður farið undir triðja settið.
-
11-18: SÍ venjarin hevur enn eina ferð biðið um steðg í 2. setti. Eftir at SÍ vann fyrsta settið, er Mjølnir nú omaná. Tær úr Klaksvík eru omaná 18-11. Servurnar hjá Mjølni eru betri, enn tær vóru í fyrsta settinum, og serliga Sofía Purkhús er øgilig í álopspartinum.
Kvinnurnar í Mjølni tykjast ikki vera tiknar av fótum, hóast tær taptu fyrsta settið. Í 2. setti eru tær frammanfyri 8-3, og nú hevur SÍ biðið um ein steðg. Mjølnir roynir at hava hægri ferð á spælinum, enn tær høvdu í fyrsta settinum.
-
1. sett liðugt. SÍ vann 25-19
Tær úr Sørvági vóru sannførandi í fyrsta settinum í flogbóltsfinaluni hjá kvinnum. Tær vóru framúr í servunum, sum fleiri ferðir raktu síðulinjuna og baklinjuna, blokkurin riggaði væl, og sum settið leið eydnaðust álopssløgini hjá Karini Michelsen, sum er komin aftur á liðið, væl. Mjølnir hevði trupulleikar við servunum, og hóast Sofía Purkhús vísti fleiri góð sløg av kantinum, so var ov lítið veiggj í.
18-16: Tær úr Sørvági renna undan teimum úr Klaksvík. Serliga er tað í góðum servum, at tær í SÍ hava verið stinnar. Frammanundan varð roknað við, at tað serliga fór at vera í álopunum á kantunum, at Mjølmnir fór at gera seg galdandi, men higartil hevur tað ikki eydnast so væl.
10-10: Tað gongur javnt á í flogbóltsfinaluni. Liðini hava higartil verið eitt sindur upp og niður, og tað er ikki frítt, at eitt sindur av fjáltri kennist. Mjølnir legði ógvuliga liga fyri, so svaraði SÍ aftur og legði seg framum 10-7, og nú er púra javnt í fyrsta setti!
-
Klokkan 13.30 varð fyrsti bólturin servaður í steypafinaluni millum kvinnurnar hjá SÍ úr Sørvági og Mjølni úr Klaksvík.
Tær úr Klaksvík løgdu fyri sum eitt óløgi og løgdu seg beinanvegin á odda 4-0. So bað SÍ venjarin um ein steðg, og tað tyktist at hjálpa, tí SÍ hevur svarað so dyggiliga aftur, so støðan nú er 6-4 til SÌ!
SÍ-Mjølnir kvinnur










