Steypið er aftur í Hoyvík

Neistin royndi og royndi, og hóast tað var tætt við, so eydnaðist tað ongantíð at vinna tað aftur, sum varð mist í fyrra hálvleiki

H71 kvinnurnar vunnu steypakappingina í fjør, og í dag hava H71 kvinnurnar aftur vunnið steypakappingina.

Úrslitið ímóti Neistanum var 22 - 20 eftir hálvleiksstøðuna 12 – 9 til H71.

H71 var frammanfyri við trimum málum eftir fyrra hálvleik, og H71 var frammanfyri við trimum málum mestu tíðina av seinna hálvleiki.

Tá ið Neistin fleiri ferðir var um reppið at vinna seg heilt fram undir aftur H71, vísti Maria H. Weyhe seg at vera heilt avgerandi. Hon var ósvikaliga trygg við brotskøstum, og fleiri ferðir megnaði hon at skjóta mál við snildum undirhondsskotum mitt fyri, tá ið tað sá út til, at einki fór at spyrjast burtur úr álopunum.

Í H71 málinum var Vár Thomsen, ið var kosin at vera dagsins spælari, sera trygg og bjargaði fleiri ferðir í heilt avgerandi støðum.

Fimm minuttir undan leikloki vóru tvær í H71 útvístar, og tá misnýtti Neistin tveir risa møguleikar.

Hetta var avgerandi, hóast Neistin minkaði um munin til 21 – 20.

H71 varð stovnað í 1971 og nú felagið er 50 ár, hevur tað annað árið á rað vunnið steypakappingina fyri kvinnur.

Maria H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 við 8 málum, og Marjun Danberg var toppskjútti hjá Neistanum við 8 málum.

 https://www.in.fo/myndasavn/

https://www.in.fo/ferdastiforoyum/myndasavn-forsida/?tx_fsmediagallery_mediagallery