Steypavinnarin tapti stórt

Kvinnur: EBS/Skála bíðar framvegis eftir ársins fyrsta sigri, meðan tað gongur væl hjá HB

Tað gongur øgiliga striltið hjá kvinnunum í EBS/Skála, sum bæði í 2017 og 2018 vann bæði FM og steypakappingina.

Tær taptu stórsteypadystin, og tær hava tapt tvær tær fyrstu ferðirnar í landskappingini.

Í kvøld spældu tær fyri fyrstu ferð í ársins steypakapping, har tær eru í innleiðandi bólkaspæli B saman við HB og ÍF/Víkingi/B68.

EBS/Skála átti heimavøll á Skála ímóti HB, sum fór suðuraftur við 4-1 sigri. Í hálvleikinum var HB frammanfyri 1-0.

 

Tíggju minuttir undan steðginum setti Rebekka Benbakoura hol á. Tað var 1-0, inntil tað restaðu átjan minuttir. Tá økti Heidi Sevdal um munin til 2-0. Rebekka Benbakoura økti um munin til 3-0, tá ið tað restaðu sjey minuttir.

Ein minutt seinni minkaði Birna Mikkelsen um munin, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, umsetti Ása á Reynatúgvu brotsspark til mál og harvið vann HB 4-1.

 

Næsti dysturin í hesum bólkinum í steypakappingini verður 22. apríl, tá ið ÍF/Víkingur/B68 eigur heimavøll ímóti EBS/Skála.

HB skal spæla aftur 2. mai, tá ið ÍF/Víkingur/B68 verður gestur í Gundadali.

Tvey av teimum trimum liðunum vinna seg í hálvfinalurnar.