Steypavinnari til TB

Tvøramenn hava fingið ein steypavinnara í hópin til komandi kappingarár. Talan er um Joseph Y. Bassene, sum frá 2008 til 2010 spældi við júst TB.

 

25 ára gamli Joseph Youssoupa Bassene kom upprunaliga til Føroyar at spæla við TB. Har spældi hann á miðvøllinum frá 2008 til 2010. Síðani skifti hann til B71 í eitt hálvt ár, fyri síðani at skifta til 07 Vestur restina av 2011, skrivar heimasíðan hjá TB.

 

Í fjør spældi hann við Víkingi, har hann var við til at vinna steypakappingina. Nú hevur TB so tryggja sær miðvallaran úr Senegel aftur. TB hevur longu tryggjað sær Ndende, sum eins og Bassene spælir á miðjuni og er úr Senegal.

 

Hans Fróði Hansen, venjari hjá TB, segði í samrøðu við Sosialin fyri jól, at felagið framvegis leitar eftir einum miðverja.

 

Mynd: Joseph Bassene(ovastur) fegnast saman við hinum í Víkingi um steypasigurin á EB/Streymi