B36 hevur fýra stiga stóra leiðslu í oddinum, nú endaspurturin av álvara byrjar. Víkingur er í løtuni á triða plássi. Teir hava ikki tapt í tíggju teimum seinastu dystunum í landskappingini, og við Løgmanssteypinum í skjáttuni er sjálvsálitið uttan iva í lagi.
Hjá B36 var tað ein strika í rokningini, at teir taptu, tá KÍ vitjaði í Gundadali, og tí er setningurin nú aftur at fáa ferð á stigasavningina.
Hjá B36 er Jákup á Borg leikbannaður. Allir mans eru tøkir hjá Víkingi.
Dysturin í Gundadali byrjar klokkan 15.00, og tað verður Ransin N. Djurhuus, sum dømir uppgerðina.