Uppgerðin í Gundadali hesa ferð er millum FM vinnararnar í B36 og steypavinnararnar í EB/Streymi.
Meðan tað hevur gingið sum eftir ánni hjá meistarunum í B36, sum sunnudagin vunnu sannførandi 4-1 sigur á TB á útivølli, so hevur tað verið meiri striltið hjá steypavinnarunum í EB/Streymi. Tvær tær síðstu ferðirnar hava teir tó vunnið, bæði í steypakappingini í Fuglafirði og ímóti FC Suðuroy á heimavølli í landskappingini.
-Hugburðurin hevur verið góður, og tað hevur stóran týdning, at tað verður arbeitt fyri søkini, sigur Heðin Askham venjari hjá EB/Streymi. Arnbjørn Hansen er langtíðarskaddur, og tað kemur sjálvandi illa við. Leif Niclasen og Pætur Dam Jacobsen vóru orsaka av liðbandsskaðum ikki við í 3-0 sigrinum ímóti FC Suðuroy, og tað er ivasamt, um teir verða førir fyri at spæla í Gundadali
Hjá B36 er Heini í Skorini við aftur, eftir at hann var sjúkur síðsta sunnudag. B36 verjan hevur sum oftast havt somu manning. Merkisvert var tað síðsta sunnudag, at Atli Danielsen var miðverji, og at Bárður Olsen var vongverji í høgru í staðin fyri Høgna Eysturoy, sum sat á beinkinum. Jákup á Borg varð innskiftur sunnudagin, tá ið hann skoraði, og tað er sannlíkt, at hann verður við frá fyrsta bríksli í morgin.