Steypavinnararnir verja borg

Ánararnir av Løgmanssteypinum hava eftir tvey umfør fult stigatal, og tykjast halda beina kós víðari í kappingini

Løgmanssteypið

Eins og í restini av landinum, so var veðrið einki serligt, tá NSÍ vitjaði á Tvøroyri um vikuskifitð. Regn og heglingsæl skolaðu oman yvir leikararnar frá fyrsta bríksli, og nógvi vindurin gjørdi tað trupult at fáa nakað samanhangandi spæl.
TB hevði vindin undan fyrra umfarið, men tað gekk ógvuliga striltið at gera sær dælt av hesum. Mest sum allar álopsroyndir endaðu við at bólturin rann undan teimum, og um hálva tíman gekk brádliga galið í hinum endanum. Sonni L. Petersen fekk bóltin í høgru, og hann gjørdi ikki mætari enn at seta beina kós móti málinum, og við einum frálíkum skoti sendi hann bóltin í kassan.
Hett tóktist eisini verða hálvleiksstøðan, men beint undan steðginum fekk TB tað, sum líktist mønustinginum. NSÍ hevði vunnið hornaspark, og tá hetta varð sent innfyri, var hart kroystur verjuleikari hjá TB somikið óheppin, at hann beindi bóltin í egið mál.
Seinna hálvleik var veðrið kanska nakað betri, men fyri tað bøtti tað ikki so nógv um spælið. Runavíkingar høvdu mest sum tryggjað sær sigurin, og teir ansaðu væl eftir ikki at overva seg, men teir fingu tó eitt mál afturat.
Hetta kom, tá TB-verjan snorksvav, tí teir hildu bóltin vera uttan fyri síðulinjuna. Sonni L. Petersen hevði tó sæð møguleikan, og eftir at hava drigið nakað, spældi hann Jónstein Petersen púra leysan, so hesin hevði lætt við at skora.
Soleiðis eru runavíkingar nú væl áleiðis í bólkaspælinum, har teir hava fingið seks stig fyri tveir dystir. Vanliga verður mett, at eini nýggju stig eru nóg mikið at koma víðari við, og sum støðan er nú, so vildi tað verið løgið, um steypavinnararnir ikki fáa hetta.
Tvøramenn hava hinvegin framvegis bert tað eina stigið, sum teir fingu í fyrsta umfarinum, og við trimum úti- og einum heimadysti eftir kann tað gerast meira enn trupult hjá teimum at vinna seg víðari.

Dysturin í tølum
TB-NSÍ
0-3 (0-2)
0-1: Sonni L. Petersen
0-2: Sjálvmál
0-3: Jónstein Petersen