Lutakast um, hvussu spælast skal í steypakappingini hjá kvinnum og Gentur U15 hevur verið. Steypavinnararnir úr EBS/Skála skulu í fyrsta umfari á útivøll móti B68, meðan KÍ skal spæla móti HB.
Síggj FSF Varpið við at trýsta á pílin á myndini
Fyrsta umfar hjá kvinnum verður spælt 22. apríl. Hálvfinalurnar verða spældar 6. mai og 3. juni, meðan finalan í steypakappigini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 15. september.
Í steypakappingini fyri Gentur U15 verður fyrsta umfar 5. mai. Fjórðingsfinalurnar verða spældar 2. juni, hálvfinalurnar 23. juni, og finalan á Tórsvølli 15. september.










