EB/Streymur, sum sendi B36 úr steypakappingini í gjár, skal spæla móti NSÍ á útivølli í fjórðingsfinaluni.
Tað var drigið lut um, hvussu liðini hittast í 3-2 í kvøld.
Jóannes Jakobsen er fyrrverandi landsliðsspælari og fótbóltsviðmerkjari. Hann heldur, at EB/Streymur er favorittur.
- EB/Streymur er besta liðið í Føroyum. Hópurin er breiður, og venjarin hevur fleiri streingir at spæla uppá. Tað verður sera trupult hjá NSÍ, sigur Jóannes Jakobsen við 3-2.
Á pappírinum hevur ÍF lættastu uppgávuna. Fuglfirðingar fáa vitjan av AB, sum er einasta liðið úr næstbestu deildini, sum framvegis er við í steypakappingini.
Dystirnir verða spældir tann 4. mai.
Lutakastið:
Víkingur - B68
NSÍ ? EB/Streymur
ÍF ? AB
07 Vestur - KÍ