Verandi steypavinnararnir fáa møtumikla uppgávu í fyrsta umfarinum í kappingini um Løgmanssteypið. EB/Streymur skal í Gundadali, har B36 tekur ímóti. Í sendingini 3-2 í kvøld var drigið lut um, hvør lið hittast í innleiðandi umfarinum, og í fyrsta umfarinum.
Tað er eisini lagt upp til ein spennandi dyst, tá tveir av FM-biðlunum, HB og Víkingur, hittast í fyrsta umfarinum.
Innleiðandi umfar:
1. Undrið - MB
2. TB ? FF Giza
3. Skála ? Royn
Fyrsta umfar:
B68 ? FC Hoyvík
HB ? Víkingur
Undrið/MB ? KÍ
NSÍ ? B71
07 Vestur ? FC Suðurpy
ÍF ? Skála/Royn
B36 ? EB/Streymur
AB ? TB/FF Giza










