Steypavinnararnir á silvurplássi

EB/Streymur hevur í dag vunnið rudduligan 3-0 sigur á útivølli ímóti Víkingi.

Tað var serliga í 1. hálvleiki, at EB/Streymur, sum hevði fitta lotið undan, var greitt omaná, og tá var tað, at teir skoraðu øll trý málini.

Pauli G. Hansen stútaði til 1-0, Gudmund Nielsen økti til 2-0, og Sorin Anghel, sum hesa ferð var á miðvøllinum staðfesti rimmar sigurin, tá ið hann við høvdinum setti bóltin í málið.

Úrslitið ber við sær, at møguleikin hjá Víkingi at vinna FM er burtur, og at EB/Streymur nú er fremsti avbjóðarin hjá oddaliðnum HB.

EB/Streymur hevur betri málmun enn NSÍ. Bæði liðini hava 45 stig og harvið trý færri enn HB, sum hevur verri málmun enn bæði EB/Streymur og NSÍ.

 

 

Víkingur-EB/Streymur 0-3 (0-3)

Dómari: Rúni Gaarbo

0-1: Pauli G. Hansen 17.

0-2: Gudmund Nielsen 21.

0-3: Sorin Anghel 42.

Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen (Hjartvard Hansen, 66.), Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Bárður Hansen, Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus (Kaj Leo í Bartalsstovu, 46.) - Finnur Justinussen, Páll Klettskarð

Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Niclas Niclasen, Sverri Jacobsen

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hannsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos (Leif Niclasen, 60.)- Gudmund Nielsen (Brian Olsen, 76.), Sorin Anghel (Arnar Dam, 85.), Pauli G. Hansen, Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen, Arnbjørn Hansen

Gult kort: Pauli G. Hansen, Daniel Udsen, Egil á Bø

 

-----------------

 

 

75 min.

0-3

Einki røkist fyri, at Víkingur skal fáa nakað burturúr í dag.

 

-------

 

60 min.

0-3

 

Víkingur, sum hevur lotið undan, roynir at leggja trýst á, og EB/Streymur er meiri verjukent nú, enn gestirnir í Sarpugerði vóru í 1. hálvleiki.

Leif Niclasen hevur loyst Alex dos Santos hjá EB/Streymi av.

Páll Klettskarð hjá Víkingi hevur havt góðan møguleika, men stútarin í 56. minutti fór dygst skeivu megin stólpan.

 

---------

 

45 min.

0-3

Hálvleikur

 

EB/Streymur hevur havt fitta lotið undan, og tað er ikki lukkuligt, sum sundalagsmenn hava gjørt um seg í Sarpugerði.

Nú teir eru farnir at hvíla seg, er EB/Streymur frammanfyri við trimum málum.

3-0 málið skoraði Sorin Anghel, sum við høvdinum setti bóltin í málið, eftir at Geza Turi hevði hálvbjargað.

Teir á heimaliðnum tykjast hava ilt við at savna seg um uppgávuna, og gestirnir eru væl upplagdir. Teir hava havt møguleika at skjóta fimm ella seks mál, men teir munnu ivaleyst vera nøgdir við 3-0 leiðsluna!

 

---------

 

Víkingur og EB/Streymur spæla landskappingardyst í Sarpugerði, har tað er eitt fitt lot.

Nú 1. hálvleikur er hálvrunnin, er støðan 2-0 til EB/Streym.

Fyrra málið stútaði miðvallarin Pauli G. Hansen eftir frísparksinnlegg, og seinna málið smekkaði Gudmund Nielsen upp í nettakið, eftir at Daniel Udsen hevði lagt innfyri úr vinstru.

 

Víkingur-EB/Streymur (0-3)

Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Bárður Hansen, Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus (Kaj Leo í Bartalsstovu, 46.) - Finnur Justinussen, Páll Klettskarð

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hannsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex dos Santos - Gudmund Nielsen, Sorin Anghel, Pauli G. Hansen, Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen, Arnbjørn Hansen