Lutakastið til innleiðandi umfar og 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið hevur verið í kvøld. Víkingur skal spæla móti B36 í 1. umfari.
Fleiri av stóru feløgunum sloppu undan hvørjum øðrum í 1. umfari. Sterkasta uppgerðin tykist verða í Gundadali, har B36 fær vitjan av Víkingi, sum vann steypakappingina í fjør. EB/Streymur, HB og KÍ møta øll liðum úr lægri deildum, meðan ÍF møtir uppflytarunum úr AB. Í Runavík verður eisini uppgerð millum lið í Effo-deildini. NSÍ fær vitjan av TB.
Innleiðandi umfarið verður spælt leygardagin 30. mars, meðan 1. umfar verður spælt sunnudagin 14. apríl. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 24. august.
Kappingin um Løgmanssteypið:
Innleiðandi umfar(30.mars):
Giza/Hoyvík - MB
Undrið Royn
1. Umfar(14. apríl):
FC Suðuroy Undrið/Royn
Giza/Hoyvík/MB EB/Streymur
B36 Víkingur
AB ÍF
NSÍ TB
Skála 07 Vestur
B68 KÍ
B71 - HB