Lutakast hevur í kvøld verið til fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Flaggdagin, sunnudagin 25. apríl, eru fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið á skránni.
Í kvøld er lutur kastaður um, hvussu liðini skulu hittast:
Steypavinnararnir úr Víkingi skulu á heimavøllinum í Sarpugerði spæla ímóti AB.
Í Gundadali verður grannauppgerð millum FC Hoyvík og B36, og í Fuglafirði verður uppgerð millum Eysturoyar feløgini ÍF og B68.
EB/Streymur skal spæla fjórðingsfinalu á útivølli. Tað verður ímóti vinnaranum av útsetta dystinum FC Suðuroy-Skála.
Fjórðingsfinalur 25. apríl:
FC Hoyvík-B36
FC Suðuroy/Skála-EB/Streymur
ÍF-B68
Víkingur-AB










