Steypavinnararnir aftur í eldin

Nýklæktu steypavinnararnir úr Víkingi skulu syrgja fyri at fáa samband við heimin aftur, tá skerdir argjamenn vitja í Sarpugerði

Víkingur vann mikudagin fyrsta gullmerki í søgu felagsins. Eitt gullmerki, ið hevur ovurhondsstóran týdning fyri felagið og bygdirnar Gøtu og Leirvík. Men longu sunnudagin skulu víkingarnir aftur í eldin. Og fyrsta uppgávan hjá Jógvan Martini Olsen, venjara, er at syrgja fyri, at leikararnir aftur fáa samband við heimin.


Magnus ivasamur

Tað er í øllum førum greitt, at Sam Jacobsen og Sverri Jacobsen ikki verða í hópinum hjá Víkingi. Teir hava báðir skaða at dragast fyri, og tí verður venjarin teir fyri uttan.

Magnus Skoralíð er eisini ivasamur. Tað hevur hann verið seinastu vikuna, og tí var hann millum annað ikki á vøllinum í steypafinaluni.

Á Argjum eru teir aftur hótt av niðurflytingarvanda. Klaksvíkingar hava vunnið seg væl nærri uppflytarunum, sum nú eru trýstir. Tað er líkt til, at Stig-Roar Søbstad, sum skrivaði sáttmála við felagið fyrr í vikuni, fer at spæla sín fyrsta dyst í føroysku landskappingini.

Liðskiparin Kenneth Jacobsen hevur leikbann um vikuskiftið. Janus Joensen er staddur í Danmark í útbúgvingarørindum, meðan Tróndur Sigurðsson, John Hansen og Mortan úr Hørg eru ivasamir. Venjararnir hava tí ikki serliga nógv fólk at velja millum, har fleiri av ungu argjamonnunum helsta verða álitið sunnudagin. Stigini mugu í øllum førum koma skjótt.