Steypavinnarararnir sendir úr kappingini


NSÍ megnaði ikki at fáa úrtøku burtur úr leikligari yvirvág, men í brotssparkskappingini lógu teir á gøtumonnum, sum harvið søgdu farvæl til møguleikan at endurvinna løgmanssteypið

 

Løgmanssteyp


GÍ vann løgmanssteypið í 2000. Gí fer ikki at vinna løgmanssteypið í 2001. Tað gjørdist greitt sunnukvøldið, tá talan var um heilt nógva ferðslu kring fótbóltsvøllin í Runavík. Meðan ein rúgva av fólki var á veg til møti í ítróttarhøllini, vóru onnur á veg av vøllinum.

Viðhaldsfólkini hjá NSÍ fegnaðust um, at tað hesa ferð hevði eydnast teirra liði at fingið bilbukt við GÍ.

Viðhaldsfólkini hjá GÍ vóru ørkymlaði. Eitt var tað, at teirra lið hevði mist møguleikan at endurvinna løgmanssteypið. Nakað annað var tað, at dysturin ímóti NSÍ eftir øllum at døma kostaði tveimum og kanska trimum av føstu monnunum á liðnum næsta dystin. Tað verður í fyrsta umfarinum í landskappingini, tá GÍ skal spæla á útivølli ímóti KÍ.

Hjá GÍ var tað ein smeitur, at Óli Hansen noyddist at taka seg burturúr tíðliga í 2. hálvleiki í vanligu leiktíðini. Pólverjin, Marek Wegiel, sum kom í Ólasa stað, var alt annað enn sannførandi. Uggin er, at Óli Hansen ivaleyst verður tøkur komandi sunnudag. Tað vera Hans Pauli Petersen og Magni Jarnskor ikki. Hans Pauli fekk reytt kort eftir samanbrest við Djóna N. Joensen, og Magni fekk reytt kort, sjálvt um hann als ikki var við í dystinum (hann hevur síðstu vikuna verið plágaður av vøddaskaða). Tað var í yvirtíðini, at báðir gøtumenninir sóu reytt. Magni fekk kortið fyri at høggast við dómaran.


Ongantíð í fimta giri

Tað er ikki so ofta, at tað kemur fyri í føroysku steypakappingini, at alt skal avgerast í einum og sama dysti. Tað sást á báðum liðunum, at tey vóru meiri bangin fyri at gera mistøk í verjupartinum, enn at spenna álopsbogan eitt sindur meiri. Málið, sum kundi loysa upp fyri hesum, kom ongantíð, og tískil var ongantíð talan um so at siga óbundið fótbóltsspæl við nógvari ferð.

Eftiransingarnar vóru tættar, og í nógvum førum varð einfaldasta loysnin vald. Tað vil siga, at bóltarnir ofta vóru høgir og langir.

Óli Hansen hevði í 1. hálvleiki tveir møguleikar at leggja GÍ á odda. Men í báðum førunum var tað eitt sindur fløkjasligt, og einki spurdist burturúr.

NSÌ hevði lítla leikliga yvirvág, og teir á heimaliðnum høvdu bóltin meiri. Christian Høgni Jacobsen er ein vandamikil ungur maður. Eina ferð í 1. hálvleiki var um reppið, at hann fekk hol á, men nýggi GÍ málverjin, Hallur Hansen, megnaði at halda tætt allar 90 minuttirnar og eisini í longdu leiktíðini.

Gøtumenn hava ofta verið drúgvari enn teir í NSÍ. Tí kundi tað kanska roknast við, at teir fóru at roynast betur í umdystinum, men tað gjørdu teir ikki. NSÍ tóktist hava breiðari hóp enn GÍ. So góðir fótbóltsspælarar sum Sonni L. Petersen, Brynjálvur Nielsen og Gert Langgaard komu inn á liðið hjá NSÍ.

Í brotssparkskappingini setti Sámal Joensen hol á fyri GÍ, og Christian Høgni Jacobsen javnaði. Henning Jarnskor legði GÍ framum aftur, og so bjargaði Hallur Hansen skotinum hjá Kára Hansen. Bartal Eliasen sendi so við síðuna av NSÌ málinum, og so javnaði Ian Højgaard til 2?2. Poul Ennigarð skoraði til 3?2, Dánial Hansen javnaði til 3?3, og Jens Martin Knudsen bjargaði ikki serliga góðu royndini hjá Zdislaw Janik, og so var tað Gert Langgaard, sum sendi bóltin framvið bygdarmanninum úr Leirvík í GÍ málinum.


Dysturin í tølum

NSÍ-GÍ 0-0

NSÍ vann 4-3 eftir brotssparkskapping


NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Arnfinn Langgaard, Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Jónstein Petersen ? Eddie Mikkelsen, Elian Hansen, Ian Højgaard, Sjúrður Jacobsen ? Dánial Hansen, Christian Høgni Jacobsen

GÍ: Hallur Hansen ? Leivur Hansen, Bartal Eliasen, Poul Ennigarð ? Hans Pauli Petersen, Áslakur R. Petersen, Sámal Joensen, Zdislaw Janik, Henning Jarnskor ? Helgi L. Petersen, Óli Hansen