Vinnandi liðið av steypafinaluni í fótbólti verður boðið upp á stóra palli á Vágsbøi fríggjakvøldið, har teir verða heiðraðir Ársins finala í kappingini um Løgmanssteypið verður spæld í Klaksvík fríggjakvøldið. EB/Streymur og ÍF bresta saman í steypafinaluni, sum verður spæld kl. 18.00.
Fólkini aftanfyri Summar Festivalin siga seg vera fegin um, at steypafinalan verður spæld í Klaksvík, samstundis sum Summar Festivalurin verður hildin.
- Og festivalurin vil eisini verða við at heiðra steypavinnararnar, so fríggjakvøldið verður vinnandi liðið av steypafinaluni boðið upp á stóra pall á Vágsbøi. Hetta verður beint eftir framførsluna hjá Shubidua ? tað vil siga umleið á midnátt fríggjakvøldið, verður sagt í skrivi sent fjølmiðlunum.










