Hóast tað ikki gekst eftir vild hjá besta liðnum, so man árið í ár samanlagt teljast sum eitt hitt besta hjá VB nakrantíð. Bæði í unglinga- og dreingjadeidlini gjørdist talan um gull, og tað er ikki bert á mannfólkasíðuni, at VB ger um seg. Gentur 14-17 ár hjá VB gjørdu ikki mætari enn at vinna steypakappingina í ár. Í finalubólkinum kappaðust tær við HB, EB/Streym, B36 og AB, og endin gjørdist altso, at VB vann kappingina. Myndina her á síðuni hava vit fingið sendandi úr Vági, og vijla vit samstundis nýta høvið at ynskja VB hjartaliga tillukku við steypasigrinum.