Ofta hevur verið funnist at, at eingin styrkismeting er av liðunum í steypakappingini, so sleppast kann undan, at fleiri av annars bestu liðunum ov skjótt mugu siga kappingini farvæl. Men framvegis er bara styrkismeting, tá umræður at finna liðini til innleiðandi umfarið.
Har verða spældir tríggir dystir millum lægri lið, og teir dystirnir verða spældir leygardagin 26. mars. Tá so fyrsta umfar verður spælt leygardagin 2. apríl, eru øll liðini tey bestu liðini eisini við.
EB/Streymur, ið vann steypakappingina í fjør, skal spæla sín fyrsta dyst á útivølli ímóti B36. HB og Víkingur eru onnur av frægaru liðunum, ið møtast, og eisini tekur NSÍ ímóti B71.
Annars eru allir hinir dystirnir í fyrsta umfari soleiðis, at liðini í Vodafonedeildini møta lægri liðum. So fæst at síggja, hvussu nógv av liðunum, sum á pappírinum skuldu verið betri, eru eftir í kappingini, áðrenn komið verður til fjórðingsfinalurnar, sum verða spældar mikudagin 4. mai.
Hálvfinalurnar verða spældar ávikavist hósdagin 19. mai og týsdagin 14. juni, og sjálv steypafinalan verður eftir skránni spæld fríggjadagin 5. august. Sostatt er líkt til, at enn eina ferð verður roynt at spæla finaluna í Klaksvík, samstundis sum Summarfestivalurin er.
- - -
Løgmanssteypið 2011
Innleiðandi umfar:
Undrið - MB
TB - FF Giza
Skála - Royn
Fyrsta umfar:
B68 - FC Hoyvík
HB - Víkingur
Undrið/MB - KÍ
NSÍ - B71
07 Vestur - FC Suðuroy
ÍF - Skála/Royn
B36 - EB/Streymur
AB - TB/FF Giza