Høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg, og høvuðsvenjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson og hjálparvenjarin hjá HB, Rasmus Nolsøe vóru gestir í sendingini "SportBoxin", ið var á FM1 seinnapartin. Sent var beinleiðis úr Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.
Sum spælarar og venjarar hava allir roynt at vinna og at tapa steypafinalur í Føroyum og í Íslandi, og teir viðganga, at tað eru finalurnar sum ein vinnur, ið ein minnist best.
Venjararnir fara at gera sítt til at fyrireika síni lið so væl sum til ber til steypafinaluna, ið verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Men báðir hava hávirðing fyri dygdunum hjá mótstøðuliðnum.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Tróndur Arge verður frásøgumaður og Teitur Joensen verður viðmerkjari.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við teir tríggjar venjararnar í Bowlinghøllini á Hálsi seinnapartin.