Tann 14. juni er EB/Streymur partur av finaluni í kappingini um Løgmanssteypið, og longu nú boðar felagið frá, hvussu upphitingin til hetta fer fram. Ársins fjeppari hjá felagnum, Rógvi Dam, hevur nevnliga boðið øllum EB/Streyma-viðahldsfólki í bowling-høllina á finaludegnum. Dyrnar í bowling-høllini lata upp klokkan 16, og so skuldi verið góður møguleiki hjá fjepparum at fáa sær røttu litirnar og heit stemmubond undan sjálvum dystinum.










