Steypasigrarnir hava verið lønin fyri stríðið

(Steypafinalan - ljóðsamrøða) Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen staðfestir, at steypasigrarnir hava verið unga felagnum góðir

Síðani GÍ og LÍF løgdu saman til Víking í 2008 hevur unga felagið ikki vunnið færri enn fimm steypasigrar, og hartil heiðursmerki í landskappingini. Longu í 2009 vann Víkingur fyrsta steypasigurin, og undanfarnu fýra árini er steypið endað í Eysturkommunu. Vinnur Víkingur aftur steypið á Tórsvølli leygarkvøldið við sigri á KÍ útjavnar Víkingur søguliga metið hjá HB frá 1978 til 1982 við fimm steypasigrum á rað.

 

Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi staðfestir, at steypasigarnir hava verið lønin hjá honum og øllum hinum, sum taka eitt tak fyri Víking í gerandisdegnum. Steypasigrarnir hava veruliga lyft felagið og alla Eysturkommunu. Talan hevur verið um eina ótrúliga ferð hjá Brandi Jacobsen og hinum í felagnum hesi farnu fimm árini. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna in.fo/Rás2 gjørdi við Brand Jacobsen í Sarpugerði í Norðragøtu mikukvøldið. Hoyr eisini hvat Brandur Jacobsen tippar. 

 

In.fo og Rás2 siga beinleiðis frá finaluni um løgmansteypið á Tórsv'lli millum KÍ og Víking, sum byrjar klokkan 18 leygarkvøldið.