Nú er aftur hondbóltsfepur norðuri í Klaksvík. Kvinnurnar hjá Stjørnuni stóðu fyri steypasensasjónini, tá tær á útivølli í høllini á Hálsi í Havn vunnu 26-24 á Neistanum. Í steðginum Stjørnan á odda 15-10, og eitt skiftið vóru klaksvíkskvinnur á odda 15-8.
Neistin kom framum tað einu løtuna við einum máli í seinna hálvleiki aftaná ein longri málturk hjá Stjørnuni, men klaksvíkskvinnur stríddu seg innaftur í dystin, og vunnu at enda 26-24.
Tóra Eliasen gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni við níggju málum. Sonja Sirdal skoraði seks fyri Stjørnuna. Fríða á Dunga gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. Marjun F. Danberg skoraði seks mál fyri Neistan.
TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá tí spennandi dystarendanum. Hoyr eisini fagnaðin hjá Stjørnu-leikarunum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við eina ovurfegna Minu Sirdal hjá Stjørnuni, ið skoraði trý mál. Mina er greið yvir, at tað verður torført ímóti Kyndli í hálvfinalunum, men hon og liðfelagarnir fara at stríðast fyri møguleikanum.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein vónbrotnan Neista-venjara, Kára Horn sum er sera harmur um, at neistakvinnur steðgaðu upp tá tær vóru komnar framum við einum máli. Hann undirstrikar, at nú má arbeiðast hart, og sum hann málber seg, at nú verður eingin góða mamma um liðið skal røkka FM-finaluni.
Í hinari hálvfinaluni møtast VÍF og H71.
Faxe Kondi-kappingin 2018-19
Bólkur 1: (hsf.fo)
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | VÍF | 3 | 105 | 54 | 27 | 6 |
2 | Stjørnan | 3 | 88 | 63 | 25 | 4 |
3 | Neistin | 3 | 80 | 66 | 14 | 2 |
4 | Stjørnan 2 | 3 | 37 | 113 | -75 | 0 |
Mikudagur 23.01.19 kl. 18.00 Neistin – Stjørnan 2 33-12
Leygardagur 26.01.19 kl. 18.00 VÍF – Stjørnan 33-26
Sunnudagur 03.02.19 kl. 15.00 Stjørnan – Stjørnan 2 36-5
Sunnudagur 03.02.19 kl. 14.00 VÍF – Neistin 28-22
Leygardagur 09.02.19 kl. 19.00 Stjørnan 2 – VÍF 20-44
Sunnudagur 10.02.19 kl. 16.00 Neistin – Stjørnan 25-26