Steypasøgan er soltin

Í dag bresta KÍ og ÍF aftur saman. Hesa ferð verður tað í Klaksvík í steypakappingini. Fyri stuttum vóru hesi bæði liðini við til at undirhalda áskoðararnar, so tað stóð eftir í. KÍ var í Fuglafirði frammanfyri 3-0, áðrenn ÍF svaraði aftur, men so gekk tað skjótt, og úrslitið var 3-3!

 

Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey ikki hava stolta søgu at vísa á í steypakappingini. KÍ hevur ikki vunnið síðani 1999. Síðani tá hava klaksvíkingar tvær ferðir verið í finaluni, uttan at tað er eydnast at vinna. Í báðum førum var B36 steypavinnari.

 

Í 2001 var úrslitið í illveðursfinaluni 1-0 til B36. Tríggir, sum vóru við ta ferðina, eru eisini á KÍ liðnum í ár – Meinhard Joensen, Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør.

 

Í 2006 vann B36 2-1. Tað er merkisvert, at fimm spælarar, sum vóru við ta ferðina, eru framvegis á KÍ liðnum. Teir eru Meinhard Joensen, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen og Atli Danielsen, sum stutt eftir steðgin javnaði til 1-1, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.

ÍF hevuur ongantíð vunnið løgmanssteypið, men onkuntíð hevur tað verið tætt við. Fuglfirðingar vóru í minnisríku finalunum, sum vórðu spældar í Klaksvík í 2010 og í 2011, men tá endaði tað báðu ferðirnar við tapi ímóti EB/Streymi.

 

Eftir vónbrotið á heimavølli ímóti HB flaggdagin fekk KÍ síðsta sunnudag aftur luft undir veingirnar, tá ið tað eydnaðist at vinna 5-2 á 07Vestur. Avrikið ta ferðina vísti seg enn eina ferð at vera óstøðugt, tí 07 Vestur megnaði at venda 0-2 til 2-2, áðrenn KÍ síðstu løtuna gjørdi bart.

 

Fuglfirðingar hava megnað at svara aftur bæði ímóti KÍ og TB, sum ÍF flaggdagin megnaði 2-2 ímóti á útivølli, eftir at TB inntil tað bara restaðu sjey minuttir var frammanfyri 2-0.

 

Síðsta sunnudag var úrslitið í Gundadali 2-2 ímóti B36. Øssur Dalbúð skoraði bæði málini, og tað verður ikki minst honum og Clayton Soares, at ikki alt ov sannførandi verjuparturin hjá KÍ skal halda eyguni við.

 

Í báðum legum eru ivamál um lyklaspælarar. Hjá ÍF er ivasamt, um Clayton Soares verður førur fyri at spæla í dag, og í Klaksvík er ivasamt, hvussu tað verður við Atla Danielsen, Hjalgrím Elttør og Meinhard Joensen, sum ikki hava vant saman við hinum seinastu dagarnar.