Tað bleiv rættuligt rok, ið løtuni eftir at dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í finaluni um Løgmanssteypið. Verjuspælarin hjá NSÍ, Jens Joensen, bleiv sjónliga argur og endaði í hornatøkum við fleiri spælarar hjá B36, meðan liðfelagirnir fegnaðust saman við áskoðarum. Vaktir og hjálparfólk fingu tó skilt partarnar.
Hvørki Jens Joensen ella Patrik Johannesen hava viðmekringar til tað, sum fór fram á vøllinum. Tað er ikki óvanligt, at spælarar lata ósemjur liggja eftir á vøllinum, hóast dómarin í hesum førinum hevði bríkslað fyri seinastu ferð.
Eitt privat sjónbandabrot frá sjónvarpsvertinum í Kringvarpinum, Tróndi Vatnhamar, sum hann hevur lagt á Instagram, vísur hvat fór fram. Har sæst, at Partik Johannesen í løtuni eftir at dómarin hevur bríkslað, sparkar eftir Jens Joensen, ið er ávegis at fegnast saman við liðfeløgunum.
Tað er hugaligt at síggja, at spælarar leggja nógv í, men helst fór Patrik Johannesen um markið í hesum førinum. Sjónbandabrotið sæst við at trýsta HER.









