Við trivaligum og sannførandi sigri í steypafinaluni ímóti NSÍ næstsíðsta vikuskifti tryggjaðu Sigfríður Clementsen og hansara menn sær luttøku í europeisku kappingini næsta summar. Í vikuni varð greitt, at tað verður við nýggjum manni við róðrið, tí Sigfríður Clementsen verður ikki venjari í Sarpugerði næsta kappingarár.
Hóast skaðalistin í Sarpugerði er langur, so sigur støðutalvan, at tað skal vilja heilt illa til, um tað ikki verður Víkingur, sum í dag fer at vinna og harvið, at tað verður staðfest, at tað næsta kappingarár ikki verður sunnudagsfótbóltur við Margáir.
Tá ið liðini í 6. umfari hittust á sama vølli, vann Víkingur 2-1.
Meðan allir EB/Streyma spælararnir hava vant saman tvær tær seinastu vikurnar, so hava fleiri Víkinga spælarar verið burturi við landsliðunum: Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Sølvi Vatnhamar og Finnur Justinussen hava verið við A-landsliðnum í Finnlandi, og Elias Rasmussen og Gunnar Vatnhamar hava verið við U-21 landsliðnum.
Bárður J. Hansen, Hanus Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus og Philip Djordjevic eru so mikið illa skaddir, at kappingarárið hjá teimum er liðugt. Finnur Justinussen er farin av landinum í útbúgvingarørindum.










