Steypakappingin skiftir navn

Steypakappingin í hondbólti fer nú at eita Faxe Kondi kappingin

Steypakappingin í hondbólti hjá monnum og kvinnum skiftir komandi ár navn. Hon fer tá at eita Faxe Kondi kappingin. Tað gjørdist greitt í seinastu viku, tá Hondbóltssambandið og PM Heilsøla skrivaðu gjørdu avtalu um steypakappingina galdandi fyri 2017 og 2018.

 

Stuðulsavtalan hevur við sær, at steypakappingin í 2017 og 2018, fer at eita Faxe Kondi steypakappingin.

 

Á myndini síggjast Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, og Gunnar Mohr, stjóri í Poul Michelsen, tá avtalan varð undirskrivað.