Steypakappingin kostar nógv í landskappingini

Jógvan Martin Olsen, sum er best útbúni føroyski venjarin, heldur, at fyri­treytirnar undan vikuskiftinum eru ógvuliga ymiskar hjá teimum, sum spældu miku­kvøldið, og sum nú skulu hitta teir, ið alla hesa vikuna hava vanliga venjingarviku

Tá ið B36 tapti tepra steypa­upp­gerð­ina í Sarpugerði ímóti Víkingi fyri nøkrum vikum síðani, harm­aðust meistararnir sjálvandi. Men sam­stundis staðfesti skilagóði venjarin Mikkjal Thomassen, at tað seinni í summar fer at hava sín prís hjá fleiri, at tey røkka langt í steypa­kappingini.
B36 var meistari í fjør, og fokus í B36 er at endurvinna FM heitið. Tað hevur higartil ongantíð eydn­ast hjá árstalsfelagnum at vinna FM tvey ár á rað. Søgan sigur har­við, at B36 ongantíð hevur vunn­ið greipuna altso FM og steypa­kapp­ingina í einum ári. Tað er iva­leyst eitt fram­tíðarmál hjá høvuðs­staðar­felag­num, men í løtuni snýr tað seg um lands­kapp­ingina. Støðutalvan vísir, at í løt­uni stendur kappingin um odda­sessin millum Víking, HB, B3, ÍF og so EB/Streym, sum eftir soltnu fyrstu umførini er um at fóta sær.
Mikukvøldið vóru sjey feløg í bestu deildini partur av fjórðings­finaluni í steypa­kapp­ingini. Í viku­skiftinum skulu hesi feløgini aftur í eldin, tá ið 6. umfar í lands­kappingini er á skránni, og longu nú er tað møguleiki fyri, at tað fer at kennast á avrikunum hjá teimum, sum tríggjar ella fýra dagar eftir stríðið mitt í viku aftur skulu í eldin.
– Bæði spælarum og venjarum dáma væl at spæla dystir og nógvar dystir. Men tá ið tað ero stutt mill­um dystirnar, sum tað nú er, so hevur tað alstóran og avgerandi týdn­ing, at tað verður farið rætt fram stutta tíðarbili, sum er millum av­bjóðingarnar.
Soleiðis sigur Jógvan Marin Olsen. Víkinga venjarin og fyrr­verandi landsliðsvenjarin er tann av føroysku venjarunum, sum hevur hægstu venjaraútbúgvingina av teim­um, sum nú hava ábyrgdina av teim­um tíggju liðunum í fremstu fót­bólts­deildini:
– Spælararnir geva seg fult og heilt, tá ið týdningarmiklar upp­gerðir eru á skránni, um tað so er í landskappingini ella steypa­kapp­ingini. Í sovornum støðum verða bæði likamið og sinnið sett undir óvanliga stórt trýst. Tí er tað neyð­ugt at vísa atlit til henda veru­leika, tá ið venjingarnar eru á skránni.

Hvíld og avkobling Hvussu tá?
– Spælararnir hava tørv á at koma fyri seg aftur. Um tú heldur fram við at venja, sum tú gerst, tá ið dystir bara eru á skránni í vikuskiftunum, so verða spælararnir ikki so væl fyri, sum teir annars kundu havt verið. Liðir og limir hava brúk fyri viðgerð og løttum venjingum. Liðbond og vøddar eru í dystum viðhvørt toygt í heilt serligar støður, og tað krevur sína tíð at fáa alt upp á pláss aftur. Um tú venur sum um, at talan er um vanligar venjingar og týdningarmiklar dystir bara í vikuskiftunum, so er stórur møguleiki fyri, at spælararnir verða skaddirundir venjing, vísir Jógvan Martin Olsen á.
Hann leggur aftrat, at hetta hevur ikki minni týdning hvat sinniliga partinum viðvíkur:
– Spælararnir eru hundrað pro­sent fokuseraðir, og teir geva seg fult og heilt í dystunum. Teir eru púra útlúgvaðir, og tí ræður um sum skjótast at fáa sinnið so at siga upp á pláss aftur.
Hvussu eru venjingarnar øðrvísi, tá ið tað eisini verður spælt mitt í viku?
– Tað valdast eisini, um talan er um fleiri vikur, tá ið dystir eru mitt í viku. Vanliga er løtt venjing kvøldið eftir at dystur hevur verið. Í Víkingi halda vit frí annað kvøldið eftir dyst, og so venja vit trý kvøld á rað. Tá er fysisk venjing fyrsta kvøldið, og so verður vant tekniskt og alt meiri taktiskt, sum tað nærkast næstu uppgávuni.
– Tá ið dystir eru mitt í viku er eingin fysisk venjing, og í teknisku og taktisku venjingunum verður roynt at venja øðrvísi enn vit ann­ars gera. Hetta verður gjørt fyri at tað skal verða hugaligari og meiri avbjóðandi hjá spælarunum. Men tað ber ikki til í sovornum førum at venja á sama hátt við øllum spæl­ar­unum. Teir, sum hava sitið nógv á beinkinum hava brúk á tyngri venj­ing enn teir, sum eru stuðuls­spæl­arar, og ungu menninir koma skjót­ari fyri seg enn teir, ið eru komnir eitt sindur upp í árini, sigur Jógvan Martin Olsen.
Tá ið Víkingavenjarin hevur giv­ið hesa frágreiðingina, so er ikki so torført at skilja boð­skapin, tá ið B36 venjarin eftir steypa­tapið í Sarpugerði ímóti júst Víkingi stað­festi, at luttøka í steypa­kapp­ingini fer at hava sín prís seinni í ár.
Tað er ivaleyst júst í umfarinum, sum verður á skránni nú í viku­skift­inum, at møguleiki er fyri at rinda høgan prís, tí tað er stutt mill­um týdningarmiklu dystirnar, og fýra av feløgunum – Víkingur, B68, HB og KÍ – leiktu mikukvøldið 120 min­uttir, áðrenn tað varð greitt, at KÍ og B68 ikki longur eru partur av kapp­ingini um Løgmanssteypið 2012.