Landskappingarnar hjá bæði monnum og kvinnum eru farnar í steðg komandi tíðina. Orsøkin er, at komandi vikurnar skulu steypakappingarnar í báðum hesum deildum avgreiðast.
Bæði í kappingunum hjá monnum og kvinnum eru kappingarnar skipaðar á tann hátt, at liðini eru býtt í tveir bólkar. Hjá monnum eru tveir bólkar við fýra liðum, tískil átta lið, meðan sjey lið luttaka í kvinnukappingini. Hetta merkir, at kvinnubólkarnir eru býttir í bólkar við ávíkavist trimum og fýra liðum.
Fyrstu liðini, ið sluppu at royna seg í ársins steypakapping, vóru kvinnuliðini StÍF og Stjørnan. At meta út frá stigatalvuni í landskappingini kundi hesin dysturin saktans blíva spennandi, men tað vóru tó strandakvinnur, ið vóru eitt vet stinnari. StÍF vann dystin 22-18 eftir hálvleiksstøðuna 8-8.
Neistin er triða og síðsta liðið í bólkinum hjá omanfyrinevndu liðunum, sum hava spælt í kvøld.
Málskjúttarnir í dystinum kunnu síggjast niðanfyri:
StÍF: Birna Tummasardóttir 6, Rebekka Justinussen 5, Fríðrún Danielsen 5, Paula B. Høgnesen 3, Bára Berthelsen 2 og Erla Petersen 1.
Stjørnan: Jansy Jacobsen 7, Ella Petersen 2, Judith Hansen 2, Simona Florea 2, Tóra Eliasen 2, Martha Beljic 2, Kristina Poulsen 1