Coca-Cola kappingin
Komið er nú fram til til fjórðingsfinalurnar í steypakappingini í hondbolti, sum á fimta ári ber heitið, Coca-Cola kappingin.
Hetta er samstundis tíðin, tá bestu liðini í landinum koma upp í kappingina, og hóast styrkismeting, so slepst ikki undan, at onkur áhugaverd uppgerð er á skránni.
Soleiðis tykist størsti spenningurin vera hjá kvinnunum, har VB og Neistin hittast longu nú. Hjá monnunum hevur landskappingin higartil lagað seg soleiðis, at fýra lið eru farin einsamøll avstað í oddinum, og í fjórðingsfinalunum sleppa hesi fýra so undan at renna inn í hvørt annað.
Dystirnir í fjórðingsfinaluni eru annars hesir:
kvinnur
VB-Neistin
StjørnanSøljan
Neistin II-VÍF
Kyndil-StÍF
Menn
VÍF-Neistin III/Kyndil II
StÍF-Neistin II
Kyndil-KÍF
H71-Neistin










