Steypakappingarnar hjá teimum yngru eru lagdar

Fyrrapartin í gjár vóru lutakastini um, hvussu fyrstu umførini í steypakappingunum hjá teimum yngru í fótbólti skulu síggja út

Eftir at lutakast hevur verið um steypakappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum, var í gjár skipað fyri lutakasti um, hvussu steypakappingarnar hjá teimum yngru í fótbólti skulu spælast.

Talan er um fimm kappingar, har unglingar kappast um Thomas Dam Intersport-steypið, gentur 14-17 ár spæla um Mótasteypið, dreingir spæla um Blaðberarasteypið, smágentur spæla um Niels L. Arge-steypið og smádreingir um Cadburysteypið.

Lutakastið var í FSF-húsinum fyrrapartin í gjár, har Niclas Davidsen, formaður í ungdómsnevndini hjá Fótbóltssambandinum, og Sunniva Kollslíð, skrivari ungdómsnevndini og kappingarnevndini, hildu skil á, hvussu tey ymsu liðini í teimum ymsu deildunum møtast í fyrstu steypadystunum.

Tað ber til at síggja allar steypakappingarnar 2009 inni á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum, www.fsf.fo.