Steypakappingarnar í amboðsfimleiki vera í Bylgjuni í Runavík um vikuskiftið.
Leygardagin 15. Februar verður 1. steypakapping og sunnudagin 16 februar verður 2. steypakapping.
79 børn og ung eru teknaði til steypakappingarnar, 40 dreingir / menn og 39 gentur / kvinnur. Hesi eru frá Støkk, Ljósinum og HF.
Skráin leygardagin:
kl 10.30 byrjar kappingin fyri stig 7, kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn
Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4,5 og 6 og piltar, smádreingir og dreingir
Amboðini, sum kappast vera í leygardagin á kvinnusíðuni eru lop og forskotin barr, og á mannfólkasíðini eru gólv, ringar og beinsveiggj.
Skráin sunnudagin:
Kl. 09.30 byrjar kappingin fyri stig 7, kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn
Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4,5 og 6 og piltar, smádreingir og dreingir
Amboðini sum kappast vera í sunnudagin eru á kvinnusíðuni biti og gólv, og á mannfólkasíðuni lop, paralell barr og reck
Kappinging verður stroymd umvegis facebook/føroyafimleikasamband.