Steypakappingar í fimleiki

Føroya Fimleikasamband skipar aftur í ár fyri steypakappingum í amboðsfimleiki

Kappingarnar verða tríggjar í tali og skipaðar soleiðis, at kappast verður í ymiskum amboðum undir hvørjari kapping. Fyrsta kappingin verður tann 9. februar í Glyvra skúla. Amboðini ið kappast verður í er, forskotin barr og ringar. Næsta kappingin verður á Stórheyggi í Havn tann 16. februar, har kappast verður í bita & lop og paralell barr. Triðja og síðsta kappingin verður so tann 23. februar, eisini á Stórheyggji í Havn. Tá verður bert kappast á gólvi.