Steypakapping uttan steyp

Fótbóltur: Føroyski áhugin fyri kvinnufótbólti er ikki stórur í løtuni. Hóast FSF bjóðaði steypakappingina hjá kvinnunum út fyri langari tíð síðani, er einki ítøkiligt tilboð komið á borðið enn, og í morgin verður finalan spæld

Tá Dagblaðið í 1990 læt steyp til kvinnurnar at kappast um, var tað tann fyrsta steypakappingin hjá kvinnunum. Fimm ár frammanundan, í 1985, varð tann fyrsta landskappingin spæld, so við øðrum orðum eru tað 13 ár, síðani føroysku kvinnurnar spældu fótbólt undir skipaðum viðurskiftum.

Men tað gongur framvegis striltið við veruliga at vekja áhugan fyri kvinnufótbólti her á landi. Ein roynd varð gjørd við landsliðnum fyri nøkrum árum síðani, og liðið fekk eisini fleiri góð úrslit, millum annað ein 1-0 sigur niðri í Wales.

Men landsliðsarbeiðið datt niðurfyri aftur, og tað sama gjørdi áhugin fyri kvinnufótbóltinum.


Einki steyp

Í fjør vann B36 steypið hjá Dagblaðnum fyri fimtu ferð, og sostatt vann elsta árstalsfelagið steypið til ognar.

Tað merkir so eisini, at eitt nýtt steyp skal latast at kappast um. FSF hevur alment boðið kappingina út, men tað er so sum so við áhuganum ? enn hevur Fótbóltssambandið ikki fingið nakað ítøkiligt tilboð um at stuðla kappingini.

Tað er rættiliga óheppið, tí steypakappingin í ár er longu komin so væl áleiðis, at finalan verður spæld í annaðkvøld ? men har er einki steyp at spæla um!

Úr FSF verður sagt, at onkur fyritøka hevur spurt seg fyri, men at einki veruligt tilboð er komið á borðið enn. Tí bendir alt á, at HB- og B36-kvinnurnar í annaðkvøld fara at spæla um eitt »fyribils« steyp, sum FSF hevur latið.

Tað skuldi annars væl loyst seg at sponsorera steypakappingina hjá kvinnunum. Millum rættindini, fyritøkan fær, er at kappingin verður uppkallað eftir henni (eins og Dagblaðssteypið varð), búmerkið og navnið hjá fyritøkuni verður graverað í steypið og í heiðursmerkini og prentað á atgongumerkini til finaluna. Harafturat kemur búmerki ella navnið á fyritøkuni at standa á komandi internetheimasíðuni hjá FSF, og fyritøkan fær eisini eina bandareklamu til heimadystirnir hjá A-landsliðnum, tá FSF hevur rættindini. Og so kann fyritøkan eisini kalla seg sponsor hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Fyritøkan fær eisini umboð við til ein útidyst hjá A-landsliðnum og fær harumframt atgongumerki og VIP-pláss til bæði finalur og landsdystir.

So fyrimunirnir við at lata steyp til kvinnurnar skuldu verið ríkiliga nógvir.


Á sama hátt sum løgmanssteypið

Nýggja steypakappingin hjá kvinnum er annars skorin eftir sama leisti sum kappingin um løgmanssteypið varð. Kappast verður um steypið í tíggju ár (til og við 2007). Um fleiri feløg hava vunnið kappingina eins ofta eftir hetta áramálið, verður kappast víðari, til eitt felag hevur vunnið steypið oftari enn nakað annað. Er støðan eftir eitt ávíst áramál tann, at einki uttan ávíst felag hevur møguleika fyri at vinna steypið, verður givist.

Herfyri vann HB løgmanssteypið til ognar, og tískil skal nýtt steyp eisini finnast til næstu steypakappingina hjá monnunum. Har er spurningurin fyrst og fremst, um landsstýrið hevur áhuga í at halda fram, men sum heild man FSF ikki fáa trupulleikar av at finna ein høvuðssponsor til hesa kappingina.