Steypakapping í Havn

Lagt verður til brots við flogbóltinum um vikuskiftið

Flogbóltur

Komandi vikuskifti verður flogbóltur aftur á skránni, og er tað steypakappingin í Havn, sum fyrst stendur fyri tørni. Hetta er samstundis kappingin, har fyrsti luttakarin til steypafinaluna verður funnin.
Øll liðini í meistaradeildunum hjá monnum og kvinnum hava boðað frá luttøku, og í eftir at innleiðandi dystirnir verða leiktir leygardagin, verður finalan í kappingini leikt í Høllini á Hálsi sunnudagin.