Steypakapping: Fýra veittra farvæl

Fýra lið fara í kvøld at veittra ársins útgávu av kappingini um Løgmanssteypið farvæl. Fjórðingsfinalurnar verða avgreiddar í kvøld. Víkingur og B68 spæla í Norðagøtu. Víkingur snávaði um vikuskiftið, tá liðið fekk bara eitt stig burtur úr heimadystinum móti 07 Vestur. Víkingarnir ætlar sær uppreisn móti toftamonnum, sum vunnu 5-0 á Sandi um vikuskiftið.

 

NSÍ og EB/Streymur spæla í Runavík. Runavíkingar og sundalagsmenn eru millum teir fremstu á stigatalvuni í Vodafonedeildini. Nú má røkka ella støkka. Annað hvørt NSÍ ella EB/Streymur sleppa ikki at spæla hálvfinalurnar.

 

ÍF hevur lættastu uppgávuna á pappírinum. AB, sum spælir í næstbestu deildini, vitjar í Fuglafirði. Fuglfirðingar vunnu 3-0 á HB fríggjakvøldið, og argjamenn taptu fyri næstbesta liðnum hjá HB um vikuskiftið.

 

Uppflytararnir 07 Vestur og KÍ spæla í Sørvági.

 

Dystirnir í kvøld:

 

Klokkan 18.00: Víkingur ? B68

Klokkan 18.00: NSÍ ? EB/Streymur

Klokkan 18.30: ÍF ? AB

Klokkan 19.00: 07 Vestur - KÍ