FIMLEIKUR
Fimleikahøllin á Stórheyggi í Havn var í gjár karmur um ta fyrstu av trimum steypakappingum í amboðsfimleiki. Feløgini, sum kappaðust, vóru Havnar Fimleikafelag, Ljósið, Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag. Kappingin gekk væl, men varð heldur longri, enn fyrireikararnir høvdu væntað.
Tað er Føroya Fimleikasamband, sum hevur tikið stig til hesar steypakappingarnar, og er hetta fyrstu ferð, at tílíkar steypakappingar eru í føroyskum fimleiki. Orsøkin er, at FFS metir, at ov fáar kappingar eru fyri amboðsfimleikararnar, og tí er avgerð tikin um at skipa fyri hesum steypakappingunum afturat hinum vanligu kappingunum.
Tað var Fimleikafelagið Ljósið, sum skipaði fyri kappingini í gjár, og Havnar Fimleikafelag og Støkk skulu skipa fyri teimum tveimum komandi steypakappingunum. Formula er høvuðsstuðul til kappingarnar.
Í fyrstu syftu eru steypakappingarnar bara fyri eldru fimleikararnar. Sostatt vóru fýra bólkar, sum kappaðust í gjár: kvinnur, kvinnuunglingar, menn og mansunglingar.
Úrslitini vóru hesi:
Kvinnur:
Nr. 1Anita Knudsen, Støkk7,75 stig
Nr. 2Elinborg T. Durhuus, Ljósið7,7 stig
Nr. 3Brim H. Hoydal, Ljósið7,65 stig
Kvinnuunglingar:
Nr. 1Silja Højgaard, Støkk8,55 stig
Nr. 2Kristina Toftegaard, Støkk8,5 stig
Nr. 3Natasha Barbara Olsen, Ljósið7,5 stig
Menn:
Nr. 1Høgni R. Øster, HF8,3 stig
Nr. 2Øssur D. Eiriksfoss, HF8,0 stig
Nr. 3Rúni Lamhauge, Støkk7,8 stig
Mansunglingar:
Nr. 1Olivur D. Eiriksfoss, HF7,65 stig
Nr. 2Kári Carlsen, Støkk7,45 stig
Nr. 3Jóni Christiansen, HF7,3 stig