Í dag verður ein stórur hondbóltsseinnapartur á FM1 við beinleiðis frásøgn, upptaktsprátum og viðkomandi tónleiki í samband við, at steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum í Faxe Kondi kappingini verða spældar í høllini á Hálsi í Havn í dag.
Sendingin á FM1 byrjar við upptakt frá klokkan 12 við prátum, tónleiki og nøkrum hæddarpunktum frá steypakappingini higartil.
Klokkan 13.30 spæla VÍF og Kyndil steypafinalu í Faxe Kondi kappingini. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Marjun F. Danberg verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum, ið byrjar klokkan 16 á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo. . Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.
Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Samrøður og hæddarpunkt frá finalunum koma út á in.fo.