Steypahetjur fingu Chelsea

Tað man helst vera ein dreymur, sum gongur út hjá Barnsley. Eftir at teir leygardagin vunnu 2-1 á sjálvum Anfield, fingu teir enn eitt stórlið at leika ímóti, tá lutakastið í dag lagaði tað so, at teir fáa heimavøll móti Chelsea.

 

Manchester United, sum leygardagin hølvaði Arsenal av, fær aftur hesaferð heimavøll, nú ímóti Portsmouth. Lutakastið lagaði tað annars soleiðis, at í hvussu er eitt lið úr lægru deildunum verður at finna í semifinalunum, tí Bristol Rovers úr League One tekur á heimavølli móti West Brom úr Championship.

 

Lutakastið fall annars soleiðis út:

 

Sheffield United/Middlesbrough v Cardiff

Manchester United v Portsmouth

Bristol Rovers v West Brom

Barnsley v Chelsea