Heimasíðan hjá Leeds United váttar, at Jermaine Beckford, toppskjúttin hjá oddaliðnum í League One og steypahetjan frá Old Trafford, 30. desember handaði felagnum eina umbøn um at sleppa burtur frá felagnum, eina sonevnda »transfer request«.
Umbønin varð handað undan steypadystinum 3. januar og einki verður sagt á heimasíðuni um, hvørt málið móti Manchester United hevur ávirkað støðuna hjá áleyparanum hendan vegin ella hin.
Heimasíðan slær kortini fast tað, sum venjarin, Simon Grayson, staðfesti eftir sigurin á Manchester United, at Beckford bert verður seldur, um tað er til tað besta fyri Leeds.
Jermaine Beckford verður bert seldur um vit fáa ein nøktandi prís fyri hann, og um vit finna ein avloysara sum kann tryggja, at uppflytingin til Coca-Cola Championship ikki kemur í vanda.
Newcastle United er áhugað í áleyparanum, men eitt boð upp á 1,25 milliónir pund er avvíst av Leeds.
Leeds United byrjar gerandisdagin aftur eftir alt »hype?ið« eftir Manchester United-sigurin, tá oddaliðið í League One tekur ímóti Wycombe á heimavøllinum Elland Road leygardagin klokkan 15.00.










