Í Sportboxini, sum er á Rás2 hvønn fríggjadag frá klokkan 15 til 17, verður stórur dentur lagdur á flogbóltsfinalurnar steypakappingini, sum verða leygardagin. Rás2 sigur frá steypafinalunum hjá kvinnum og monnum.
Hoyr Rás2 á netinum við at trýsta HER
Í fyrra tímanum verður tosað við Ruth Albinsdóttir, úr Drátti, og Annu Sáru Skaalum úr Fleyr. Hjá monnunum verður tosað við Bjarna Larsen úr ÍF, og Jørgen Niclasen úr SÍ b. Meiningarnar hjá hesum luttakarunum kunnu verða nakað litaðar, so tí kemur Peter Morell, at gera eina meting um hvør vinnur leygarkvøldið.
Í seinna tímanum verður Fótbóltspanelið, har føroyskur og útlendskur fótbóltur verður viðgjørdur. Tú kanst luttaka í sendingini við at senda SMS inn á 559999.