Leygardagin setti Neistin tvey keðilig steypafinalumet. Neistamenn vóru fyri størsta steypafinalutapinum nakrantíð, tá teir taptu heili 12-28 fyri H71. Haraftrat eru neistamenn 2021 tað steypafinaluliðið sum hevur skotið fægst mál í einari steypafinalu.
Bert eina viku undan steypafinaluni vann Neistin á KÍF á undrunarverdan hátt í seinnu hálvfinaluni í Kollafirði. So skjótt er hvønn vegin í hondbólti.
Hetta hevur sambært íslendskum miðlum sum hondbolti.is og Morgunblaðnum fingið avleiðingar fyri venjaran hjá Neistanum, Arnari Gunnarsson sum er sagdur úr starvinum.
Arnar Gunnarsson hevði ætlanir um at venda heimaftur til Íslands aftaná lokið kappingarár í Føroyum, men nú endaði tíðin nakrar mánaðir áðrenn hann ætlaði hetta.
Heimasíðan hjá Neistanum hevur tó ikki skrivað nakað um uppsøgnina enn.
Arnar Gunnarsson tók við sum venjari hjá Neistanum á sumri í 2020. Frammanundan hevði vann vant Fjölnir, Selfoss og HK. Hann hevur eisini roynt seg sum venjari í Týsklandi.











