Steypafinalurnar og FM finalurnar hava havt stóran týdning fyri hondbóltin í Føroyum, tað er formaðurin Í Hondbóltsambandi Føroya, Christian Johansen ivaleysur í.
Tað hevur eisini stóran týdning fyri hondbóltin, at tey yngru liðini sleppa at royna seg á altjóða hondbóltsgólvinum, og at yngru steypafinalurnar verða streamaðar.
Steypafinalurnar krevja nógv av starvsnevndini í HSF, og hevur nógv fundarvirksemi verið á skránni seinastu tíðina. Men við góðum samstarvsfeløgum gongur alt.
Christian Johansen segði eisini í práti við Trónd Arge á Rás2, at dreymurin hjá honum er ein høll við betri plássi rundanum vøllin, sum hevði gjørt tað munandi lættari at skipa fyri stórum dystum.
Tað ber til at hoyra prátið við Christian Johansen undir greinini.










