Steypafinalurnar í flogbólti í dag

Í báðum førum er talan um favorittar. Hjá kvinnum er dysturin millum favorittarnar úr Mjølni og SÍ, meðan ÍF somuleiðis er favorittur at vinna á SÍ í finaluni hjá monnum.

 

Tað ber ikki til at koma uttan um, at Mjølnir er favorittur hjá kvinnunum. Tær hava vunnið allar dystirnar í hesum kappingarárinum. Sterkast mótstøu fáa tær tó í dystunum móti júst SÍ. Finalan hjá kvinnum byrjar klokkan 13.30.

 

Eisini hjá monnum er talan um favoritt leiklut hjá øðrum liðnum. ÍF hevur, eins og Mjølnir, vunnið allar dystirnar í hesum kappingarárinum Tí er tað ikki uttan orsøk, at teir eru favorittar at vinna steypafinaluna, sum verður móti SÍ. Finalan hjá monnum byrjar klokkan 15.30.

 

Steypafinalur í flogbólti:

Kvinnur: Mjølnir – SÍ (Kl 13.30) Beinleiðis á Rás2

Menn: ÍF – SÍ (Kl 15.30) Beinleiðis á Rás2