Seinnapartin byrjar tað stóra steypafinaluvikuskiftið í høllini á Hálsi í Havn.
Rás2 hevur sagt frá Faxe Kondi kappingini allan vegin, bæði bólkadystirnar og hálvfinalurnar, og Rás2 sigur sjálvsagt frá steypafinalunum hjá bæði kvinnum og monnum.
Tróndur Arge sigur frá kvinnufinaluni ímillum Neistan og Kyndil, sum byrjar klokkan 13.30. Teitur Joensen verður viðmerkjari. Hilmar Jan Hansen sigur frá mansfinaluni millum H71 og StÍF, sum byrjar klokkan 16. Claus Rasmussen verður viðmerkjari. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á STAÐIÐ FM 101.
Myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystarlok.