Triðja árið ár rað skipar HSF fyri stórum finaludegi fyri yngru árgangirnar í Høllini á Hálsi, har karmarnir vera teir somu sum í finaluni hjá teimum vaksnu.
Eitt nú verður spælt á altjóða gólvinum, og dómararnir verða teir somu, sum annars døma í bestu deildunum. Í fjør varð skipað fyri, at myndir av liðunum og umstøðunum annars beinanvegin vórðu lagdar út á netið.
Sum nakað nýtt í ár verður fyriskipað, at dystirnir verða ?streamaðir?, so at teir kunnu síggjast beileiðis á heimasíðuni hjá HSF www.hsf.fo <http://www.hsf.fo> ? og harvið um allan heim.
Skráin sunnudagin 13. februar er henda:
12.50 G.10: H71-VÍF
13.35 D.10: Neistin-Tjaldur
14.20 G.12: Neistin-Kyndil
15.15 D.12: VÍF-Kyndil
16.10 G.14: Neistin-Kyndil
17.20 D.14: H71-Kyndil
18.30 G.17: Neistin-Kyndil
19.45 D.17: Neistin-Kyndil
Finalurnar leygardagin 12. februar eru annars hesar:
13.30 Stjørnan-Tjaldur, kvinnur
16.00 Neistin-KÍF, menn